Dupultkonsert við Gówa og Jazzygold

Føroyski tónleikapallurin fær eina heilt serliga uppliving, tá Gówa og Jazzygold – tvær av sterkastu og mest markantu røddunum úr Føroyum – sameina sínar uniku stílar og tónleikaupplivingar í eini dupultkonsert í Perluni. Hetta kvøldið verður eitt reint powerhouse av diva energi, har neo-soul, R&B, popp og attitude fara at dominera pallin

Gówa
Í árinum 2024 hevur gówa veruliga traðkað fram. Sum vinnari av tónleika kappingini Sement, við hennara útgávu ‘rest - live in bloch’, ið varð upptikin í Studio Bloch við hennara vinningi frá at gerast nummar tvey av Sement 2023 og hennara bólka-projekt “Jólasoul”. Ein útgáva skapt saman við nøkrum av teimum dugnaligustu songkvinnunum og tónleikarum í Føroyum, fyri ikki at snakka um tær óteljandi jólakonsertirnar, tey framførdu í desembur.

Ja, Gówa hevur havt travlt, og dámt tað sera væl - kanska líka væl sum nevndin í FMA, ið tilnevndu hana sum ársins spíra í 2025. Við hennara neo-soul rødd, ella sum greinin frá 2024 í Sosialinum nevndi hana: “Neo-soul drotning”, kemur Gówa á pall í Perluni við sínum sensuella dramatiska showi.

Á pallinum møta tit: Annu Sofía Skoradal : vokal Jákup Tórgarð : keys + kór Elin Mariu Hansen : bass + kór Vár Miðberg : trummur

Jazzygold
Føroyska R&B-stjørnan Jazzygold er aftur á heimavølli! Hetta er tónleikaprojektið hjá Jasmin Mote – ein føroysk-kenjansk songkvinna, ið hevur gjørt vart við seg við sínum intensu og atmosfæriska R&B/pop-ljóði.

Við einum serstøkum úttrykki, ið sameinir R&B og soulpop, hevur hon longu megnað at tiki ljóðið frá Føroyum út í heim. Í 2024 varð hon tilnevnd besta nýgga navn til Faroese Music Awards, og síðani hevur hon ferðast kring Evropa við sínum tónleiki. Hon hevur framført á festivalum í m.a. Bretlandi, Hollandi, Noregi, Eysturríki, Íslandi og Grønlandi – og seinni í mai skal hon til Onglands at hava heili fýra konsertir.

Jazzygold er háaktuell við síni fyrstu EP " it’s been a while", ið hevur fingið sera góð ummælir fyri sínar erligu tekstir. Við sterkari rødd og einum dreymakendum R&B/popp-ljóði, hevur hon skapt eitt univers, sum tekur lurtaran við á eina kensluliga ferð.

Hennara nýggjasta staklag CAKE vísir eina nýggja og kraftmikla síðu av henni – eitt beint fram hater anthem, sum staðfestir, at hon allatíð er í menning og ikki ræðist at konfrontera teir stóru spurningarnar við tónleiki. CAKE er prógvið uppá, at jazzygold ikki stendur í stað, men heldur flytir mørk fyri, hvat hon kann – og hvat hon torir. Jazzygold er ikki bara eitt navn – hon er ein rødd, ið bergtekur, styrkir og flytir.

Jazzygold: vokal Ari Johannesen: gittar Vinjar Petersen: keys og synth bass Harald Fonsdal Johannesen: trummur

Økistónar & FFT stuðla tiltakinum.




Dupultkonsert við Gówa og Jazzygold

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
11
/
07
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Dupultkonsert við Gówa og Jazzygold

Nær
Friday
11
/
07
-
2025
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk