
Djóni Fischer x Tórshavnar Mini Big Band
Elektroniskt. Jazz. Hip hop. Alt sama kvøld.
Djóni Fischer er á síðsta ári á Bachelor í Listarligum arbeiði við fokus á tónlist — og nú rundar hann útbúgvingina av við eini heilt serligari konsert í samstarvi við Tórshavnar Mini Big Band.
Kvøldið verður ein eksplosjón av stílum og orku. Og hóast Djóni er høvuðspersónur, so fær hann eitt ordiligt landslið afturat sær. Vit tosa um Marius DC, Rógva á Rógvu við bólki og Tórshavnar Mini Big Band!
Tey flyta seg millum elektroniskt, jazz og hip hop, har improvisatión og kreativitetur møtast í eini spildurnýggjari tónlistarligari uppliving.
Atgongumerki: 100 kr.
Lesandi á Setrinum: Ókeypis við lestrarkorti


