DJ skeið til ung í Tórshavn

Hevur tú dreym um at læra at DJ’a? Nú hevur tú møguleikan!

DJ-skeiðið gevur tær grundleggjandi førleikar í DJ-tøkni og framførsluførleikum. Verkstovan er fyri 15-25 ára gomul, ið hava áhuga í tónleiki og disking.

Við royndum undirvísarum og professionellari útgerð, fært tú venjing í at miksa tónleik, skapa huglag og tín egna samleika. Eisini bjóða vit mentorskap, so tú kanst byggja sjálvsálit og fáa netverk innan DJ-umhvørvið. Tær nýtist ikki at hava nakra útgerð við, fyri at tilmelda teg. Undirvísingin er 6 ferð á 1 1/2 tíma hvør, og er ein til ein, og gongur fyri seg í Ostahúskjallaranum aftanfyri Reinsaríið og Perluna.

Verkstovan kostar 1250,- og byrjar í mai.

Tilmelding er opin – tryggja tær eitt pláss og ver við til at styrkja DJ mentanina í Føroyum!  

- Við tveimum áratíggjum í tónleikaídnaðinum sum yrkis DJ, havi eg framført til mong fjølbroytt tiltøk í Føroyum og uttanlanda. Seinastu 15 árini havi eg undirvíst í DJ-tøkni fyri næmingum í øllum aldri. Og eg brenni fyri at fremja fjølbroytni innan list og mentan, sigur Michael Antony Charles, fyriskipari.

Tilmelding fer fram við at skriva til macjohannesen@gmail.com

Tórshavnar Kommuna stuðlar tiltakinum.

DJ skeið til ung í Tórshavn

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
05
/
05
kl.
10:00
Hvar
Ostahúsið kjallarin
Prísur
Ókeypis
kr.

DJ skeið til ung í Tórshavn

Nær
Monday
05
/
05
-
2025
kl.
10:00
Hvar
Ostahúsið kjallarin
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk