Dividedminds’25 við føroysku Mariu Guttesen

Í samband við, at The Last Night nú er givin út av nýggjum, fer dividedminds’25 á eina røð av nærverandi konsertum í fýra býum, sum allir hava eitt serliga tilknýti til innspælingarnar av fløguni: Aarhus, Keypmannahavn, Tórshavn og Holstebro. Hetta verða einastu konsertirnar á hesum sinni.

Divided Minds, sum nú arbeiðir undir heitinum dividedminds’25, gav upprunaliga út The Last Night í 2004. Fløgan er nú útgivin í einari remasteraðari útgávu, sum eisini fevnir um tvey løg, ið vórðu skrivað stutt eftir upprunaligu útgávuna, men ongantíð eru útgivin áður.

Útgávan er givin út av Tutl í oktober 2025 – bæði digitalt og á dupult vinyl. Løgini A Better Today og Amazing Girl hava verið javnan at hoyra í KvF.

Tónleikurin liggur á markamótinum millum elektroniskan popp, rokk og eina dreymakenda melankoli, har innilig poesi hittir eitt stemningsfult elektroniskt ljóðlandslag.

“Tað er okkurt í ljóðmyndini, tekstunum, løgunum, sanginum og handfaringini av ljóðførunum, sum elvir til, at vit fáa hug at lurta.”
– Ivan Rod, Gaffa

Line-up:

  • Maria Guttesen – sangur, klaver

  • Stephen Nørrelykke – klaver, gittar, kór, beats

  • Henrik Lynbech – orgul, synth, kór

Dividedminds’25 við føroysku Mariu Guttesen

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
31
/
01
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Dividedminds’25 við føroysku Mariu Guttesen

Nær
Saturday
31
/
01
-
2026
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Onnur tiltøk