Definitely Maybe: Bókaframløga og tónleikur í heimsflokki
Definitely Maybe: Bókaframløga og tónleikur í heimsflokki á Reinsarínum
Í bókini Definitely Maybe kavar rithøvundurin - Ragnar Ólafsson - niður í føroyska tónleikaheimin. Har finnur hann eina rúgvu av gullkornum, sum hann deilir við lesarin. Ragnar hugleiðir og greiðir frá spennandi eygleiðingum um føroyingar og okkara mentalitet. Eygleiðingar, sum bara útlendingar fáa eyga á.
Bókin er ein spennandi ferð gjøgnum okkara mentanararv, tónleikasøgu og føroysku fólkasálina. Og hetta er absolutt ikki ein turrislig bók! Nei, hetta er ein ótrúliga gjøgnumførd og livandi bók, sum er full av góðum humor.
Klassatónleikur
Bókin er skrivað á enskum og er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Og tað fara vit at hátíðarhalda við manér. Vit hava fingið fleiri av okkara absolutt bestu og mest spennandi tónleikarum at framføra. Vit tosa um Eivør, Guðrið Hansdóttir, Elinborg, Jazzygold, Frostfelt og HÙS. Also ein breið vifta av ymiskleika og fantastiskum tónleiki.
Allir tónleikararnir eru nevndir í bókini. Og á tiltakinum fer Ragnar at lesa brot úr bókini, og síðani verða vit forkelaði við magiskum tónum frá okkara evnaríku tónleikarum.
Talan er um eitt tiltak, har vit byggja brýr millum lond, bókmentir og tónleik, samstundis sum tú fært unikt innlit føroyska tónleikaheimin.
Bókin verður til keyps, og Ragnar verður á staðnum, um tú tú ynskir, at bókin verður signerað.