Dania O. Tausen

Dania O. Tausen er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Henni dámar væl at seta orð á føroysk viðurskifti og støður, sum føroyingar serliga kunnu kenna seg aftur í.

Hóskvøldið 7. mars kl 19:00 er einki annað at gera enn at fanga hesa forkunnugu Spæl Føroyskt konsertina við føroysku tónlistakvinnuni Daniu O. Tausen og bólki hennara á Reinsarínum.

Tey spældu útgávukonsert við nýggju heildarútgávuni “ja/nei – og restin av vikuni” fyri nøkrum mánaðum síðani, og eru síðani tá spæld eina rúgvu í útvarpinum og hava eisini verið víða um og spælt konsertir. Millum annað vunnu tey bæði dómara og áskoðaraprísirnar á minnilutamálsfestivalinum í Italia, Suns Europe í oktobur. Tey hava spælt í Týsklandi, Norra, Danmark og fara eisini ein túr til Grønlands í apríl. Nógv spennandi er í væntu hjá teimum, og tí gleða vit okkum at bjóða tykkum til hesa forkunnugu konsertina á Reinsarínum á Spæl Føroyskt vikuni OG dagin fyri kvinnudagin, 8. mars.

Dania O. Tausen (sang, gittar)
Benjamin Djurhuus (sang, gittar)
Ragnari Finsson (sang, gittar, slagverk)
Ari Johannesen (sang, gittar, synth)
Vár Miðberg (sang, trummur)
Elin Maria Hansen (sang, bass)

Dania O. Tausen

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
07
/
03
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
190
kr.

Dania O. Tausen

Nær
Thursday
07
/
03
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
190
kr.

Onnur tiltøk