.png)
Bústaðartrotið - Almennur pallborðsfundur í Auluni í Finsen
Pallborðsfundur í Finsen mikukvøldið 11. mars kl. 19.00-21.00.
Áhugafelagið “Lutaíbúðir” hevur boðið valbæru flokkunum til pallborðsfundar at viðgera spurningin um bústaðartrotið í Føroyum, fylgjurnar av tí, og hvørjar loysnir flokkarnir hava til at loysa ta uppgávuna.
Allir valbæru og innboðnu flokkar hava tikið av innbjóðingini og boðað frá, hvør fer at umboðaflokkin. Hvør flokkur fær høvi at greiða frá sínari støðu. Tey, ið umboða flokkarnar, standa stavraðað fyri flokkin:
A: Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen, løgtingslimur,
B: Sambandsflokkurin: Annfinn Brekkstein, býráðslimur, Tórshavn,
C: Javnaðarflokkurin: Margit Stórá, landsstýrisfólk,
D: Sjálvstýri: Sylvia Thomsen, býráðslimur, Klaksvík,
E: Tjóðveldi: Dennis Holm, løgtingslimur,
F: Framsókn: Christoffur Gert Nielsen,
H: Miðflokkurin: Ólavur í Geil, floksskrivari.
Skráin fyri fundiner henda:
Kl. 19.00: Umboð fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” býður vælkomin,
Kl. 19.05: Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, hevur framløgu umbústaðarviðurskifti,
Kl. 19.20: Óluva Zachariasen, journalistur, stýrir pallboðsfundinum.
Um 21-tíðina tekur Óluva samanum og endar fundin.
Fundurin er almennur.
Fundurin verður stroymdur.
Høvi verður at seta politikkarunum spurningar.
Nevndin fyriÁhugafelagið ”Lutaíbúðir”.
.png)

