
Bústaðartrotið - Almennur pallborðsfundur í Auluni
Pallborðsfundur í Finsen mikukvøldið 25. februar kl. 19.00-21.00.
Áhugafelagið “Lutaíbúðir” hevur boðið valbæru flokkunum til pallborðsfundar at viðgera spurningin um bústaðartrotið í Føroyum, fylgjurnar av tí, og hvørjar loysnir flokkarnir hava til at loysa ta uppgávuna.
Allir valbæru og innboðnu flokkar hava tikið av innbjóðingini og boðað frá, hvør fer at umboða flokkin. Hvør flokkur fær høvi at greiða frá sínari støðu. Tey, ið umboða flokkarnar, standa stavraðað fyri flokkin:
A: Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen, løgtingslimur,
B: Sambandsflokkurin: Erhard Joensen, løgtingslimur,
C: Javnaðarflokkurin: Margit Stórá, landsstýrisfólk
D: Sjálvstýri: Sylvia Thomsen, býráðslimur, Klaksvík,
E: Tjóðveldi: Erling Eidesgaard, løgtingslimur,
F: Framsókn: Hanna Jensen, løgtingslimur,
H: Miðflokkurin: Jenis av Rana, løgtingslimur.
Skráin fyri fundin er henda:
Kl. 19.00: Umboð fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” býður vælkomin,
Kl. 19.05: Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, hevur framløgu um bústaðarviðurskifti,
Kl. 19.20: Óluva Zachariasen, journalistur, stýrir pallboðsfundinum.
Um 21-tíðina tekur Óluva samanum og endar fundin.
Fundurin er almennur, og vónandi møta fólk fjølment.
GG: Høvi verður at seta politikkarunum spurningar.
Nevndin fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir”.


