.png)
Burðardygd í verki – veruligar avbjóðingar og loysnir
Áhugaverdur og kveikjandi fyrilestur í Perluni við rithøvndanum og umhvørvismiðlaranum Gittemarie Johansen. Gittemarie Johansen er eisini kend á Instagram við brúkaranum @gittemary.
Fyrilesturin snýr seg um, hvussu vit í eini tíð við veðurlagskreppu, avmarkaðum tilfeingi og óteljandi ósamsvarandi boðum finna skil í øllum hesum. Hvussu kunnu vit brúka okkara tíð og orku til veruliga broyting uttan at drukna í maktarloysi? Gittemarie skilir ímillum greenwashing og veruligar loysnir. Hon gevur eitt hvast, men veruleikakent innlit í, hvussu bæði borgarar og fyritøkur kunnu gera mun.
Fyrilesturin er ókeypis og drekkamunnur verður at fáa.