.jpg)
Bókin “Todi” verður løgd fram
Tað verður eitt heilt serligt kvøld, tá bókin “Todi” verður løgd fram – endurminningar hjá Toda Jónsson um eina ótrúliga yrkisleið, sum byrjaði í 1989 og endaði í 2009.
Hetta er søgan um ein drong úr Føroyum, sum fór einsamallur til Danmarkar í 1993 við einum dreymi um at gerast fótbóltsspælari. Tað eydnaðist.
Todi bleiv toppskorari á føroyska landsliðnum, spældi í FC København og vann fleiri meistaraheitir. Men hetta er eisini søgan um baksíðuna:
– um sálarliga trýstið, um at kappast um sítt pláss hvønn viku,
– um at liva við óvissu, skuffanum og sigrum,
– og um at vakna ein dag og fáa boðini: “Vit hava ikki tørv á tær meira.”
Hetta er ófiltrerað og beint frá hjartanum.
Sólvit Nolsø leggur fram um bókina og verkætlanina.
Leivur Frederiksen hevur eina áhugaverda samrøðu við høvundan og Toda Jónsson.
Erla Bech Nolsø setur dám á kvøldið við nøkrum vøkrum løgum.
Set eitt stórt X í kalendarin og kom framvið, tí alternativið er, at tú hoyrir frá øðrum, hvussu gevandi tiltakið var.