Bókaframløga: Feigdarfræ, Tóra 3

Nú er triðja og seinasta bókin í fyrstu føroysku fantasyrøðini komin. "Feigdarfræ" er endin av tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er. Elin Michelsen hevur skrivað bøkurnar um Tóru.

Mikukvøldið 22. mai kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við "Feigdarfræ". Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fer at práta við Elina um bókina, og ein tónleikaframførsla er eisini á skránni. Bókin verður til sølu fyri serprís og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.
Tiltakið er alment og ókeypis!

Um bókina:
Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!”
Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?
Gávurnar hjá Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri?

Um rithøvundin:
Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan. Rimarúmið var fyrsta bókin eftir Elina, Vanvarði onnur bókin, og Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru.

Bókaframløga: Feigdarfræ, Tóra 3

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
22
/
05
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Bókaframløga: Feigdarfræ, Tóra 3

Nær
Wednesday
22
/
05
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk