Blues Perlan 10 ár!

6. apríl bjóða vit bestu og mest fjølbroyttu blues buffétina, tú kann fáa í Føroyum. Og í ár fyllir Blues Perlan 10 ár, so hesa ferð gera vit eyka nógv burturúr.

Á Blues Perluni fært tú alt frá gomlum Mississippi blues frá fyrst í 1900-talinum, til tann modernaða blues rokkin. Ja, faktiskt fært tú 100 ár av blues tónleiki, kókað niður í fimm tímar!

Tað góða við akkurát blues tónleiki er, at blues er einfalt, inniligt og ØLL kunnu syngja við. Ja, og so verður tú eisini forkelaður við nógvum feitum blues solo’um.

Má upplivast
Hetta er nakað, sum má upplivast live, tí hetta kann ikki upplivast heima á sofuni við tveimum telduhátalarum. Nei, hetta er tónleikur beinleiðis frá menniskja til menniskja. Og sjálv sálin í blues er at skapa eitt heilt serligt samband millum teg og tónleikaran. Leggur tú so hugnan á Reinsarínum og framúr ljóðið afturat, so hevur tú uppskriftina upp á eitt fantastiskt kvøld.

So ivast tú í, hvat tú skal gera leygarkvøldið 6. apríl, so er Blues Perlan uppløgd. Tí sum sagt, so er hetta Føroya besta blues buffét.


Dyrnar lata upp kl. 19:00.

Blues Perlan 10 ár!

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
06
/
04
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Blues Perlan 10 ár!

Nær
Saturday
06
/
04
-
2024
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk