
Beinta Gaard í Smiðjuni í Lítluvík
Beinta er sjálvlærd, men listin hevur altíð verið ein natúrligur partur av lívinum. Longu sum barn sat hon og krutlaði á pappír, og í 2006 tók Beinta fyrstu ferð pensilin í hond. Síðani hevur hon arbeitt miðvíst við at menna sína listarligu rødd.
Beinta hevur luttikið á kvøldskúlum og ymsum skeiðum, har hon hevur lært ymisk háttaløg og teknikkir, sum hava givið henni íblástur og myndað hennara stíl. Í fleiri ár hevur Beinta arbeitt einans við fimm litum – eitt avmarkað val av litum, sum setir skapandi avbjóðingar og formligar karmar, men eisini gevur rúm fyri dýpd, eksperimentering og nýhugsan.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 16.mai kl. 15
Leygardagin er opið kl. 10 - 16
Allir hinar dagarnar fram til 20. mai er opið frá kl. 14 - 18