Beinir - Einsamallur á palli

Seinastu árini hevur Beinir sett síni spor á føroyska og danska tónleikapallin. Nú kanst tú uppliva hann í Auluni í reinasta formi – einsamallan á pallinum.

Heildarútgávan “Greener” fekk sera góða móttøku. Heitislagið "Greener" og "Call Me a Dreamer" vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og fyrr í ár vann Beinir tvær FMA virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.

Vit kunnu leggja afturat, at Beinir er ein av limunum í nýggju folk/pop-trio’ini Tøgn, sum kom við teirra fyrsta staklagi "Kamarið" í mai.

Fyri Beinir hevur tað altíð verið nakað serligt at framføra sangirnar í reinasta formi - við gittara og sangi einsamallur á pallinum. Og hetta er júst tað, áhoyrararnir kunnu gleða seg til.



Beinir - Einsamallur á palli

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
14
/
11
kl.
21:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
190
kr.

Beinir - Einsamallur á palli

Nær
Friday
14
/
11
-
2025
kl.
21:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
190
kr.

Onnur tiltøk