Beatles kvøld á Reinsarínum (Eykakonsert)

Nú kanst tú uppliva tónleikin hjá einum av størstu bólkunum í heimssøguni – her í Havn. Á Reinsarínum verða The Beatles vaktir til lívs við løgum, sum vit øll elska og hava sett síni spor í fleiri ættarlið.

Manningin í Brim greiðir soleiðis frá: " Vit hava spælt Beatles løg, síðani vit vóru 14 ár. Tað byrjaði av kærleika til tónleikin, og hevur síðani ført okkum runt í Føroyum – og heilt til Beatleweek í Liverpool í 2022 og 2023. Vit hava ment okkum nógv gjøgnum árini, og leggja stóran dent á at endurgeva allar teir smálutir, sum gera Beatles so serligar. Flestu løgini eru frá 1962–1965, men vit spæla eisini nøkur rokkløg frá seinni árum." Og um tú ivast í, hvør manningin er, so kemur hon her: Sergio Martínez Muñoz, Jóan Pauli Magnussen, Vagnur Streymoy, Jónsvein á Rógvu og Dávur Magnussen

Tú kennir klassikarar sum: She loves you, Hard Day's Night, Love Me Do …og longu nú byrjar tú helst at syngja fyri teg sjálvan. Hetta er løg, sum savna fólk, kveikja minnir og skapa eina heilt serliga kenslu av felagsskapi.

Spurningurin er: Fert tú at sita heima og angra, ella fert tú at vera ein av teimum, sum kann siga: Eg var á Reinsarínum og upplivdi tað? Hetta kvøldið verður meira enn ein konsert. Tað verður ein felags uppliving, ein ferð aftur til eina tíð, tá tónleikur var meira enn tónar. Hetta var ein tíð, tá tónleikur var ein rørslu.

Hetta er tín møguleiki at vera partur av einum heilt serligum kvøldi. Tað er bara at tryggja sær pláss, áðrenn onnur gera tað.



Beatles kvøld á Reinsarínum (Eykakonsert)

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
14
/
11
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Beatles kvøld á Reinsarínum (Eykakonsert)

Nær
Friday
14
/
11
-
2025
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk