At geva røddum meining

Mikudagin 27. mai verður spennandi fyrilestur um at hoyra røddir í Perluni í Havn.

Tað er viðurkendi bretin, Trevor Eyles, sum heldur fyrilesturin. Trevor er útbúgvin psykiatriskur sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt við menniskjum, sum hoyra røddir, í meira enn 20 ár.

Hann hevur seinastu mongu árini starvast í sosialpsykiatriini í Aarhus og ment tilboð til fólk, ið hoyra røddir. Hann undirvísir, heldur fyrilestrar og skeið, har hann fortelur um sínar royndir og vegleiðir fakfólkum í, hvussu tey best kunnu stuðla fólkum við hesum upplivingum.

Til fyrilesturin fer Trevor Eyles at greiða frá sínum royndum við at menna ‘Aarhus-myndilin’, og hvussu tað hevur verið at arbeitt við raddahoyring í so mong ár. Aarhus-myndilin byggir á, at røddir kunnu hava týdning og samanhang í lívinum hjá tí einstaka, og at tað ber til at finna sín egna hátt at liva við teimum.

Trevor ynskir at skapa størri opinleika og at broyta okkara fatan á hesum øki, sum ofta verður misskilt. Hansara tilgongd hevur gjørt hann til eina viðurkenda rødd og til eina fyrimynd fyri mong. Vit gleða okkum til eitt upplýsandi kvøld við fyrilestri og livandi práti, har tað eisini verður høvi til at seta spurningar.

Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

At geva røddunum meining

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
27
/
05
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

At geva røddunum meining

Nær
Wednesday
27
/
05
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk