
Annika Hoydal
Annika Hoydal er ein djørv og sjarmerandi kvinna, sum alt lívið hevur gingið sína egnu leið. Á leiðini hevur hon inspirerað mong við sínari styrki, síni rødd og heilt serligu nærveru, sum bara hon hevur.
Hóast hon hevur ferðast 80 ferðir kring sólina, syngur hon framvegis reint og vakurt, at ein bæði smílist og verður rørdur. Lat okkum bara siga tað soleiðis:Tað er ikki uttan orsøk, at Annika Hoydal var ein av stjørnunum í sendingini Hoydalar.
23. mai fáa vit høvi at uppliva hana á palli á Reinsarínum. Hetta verður nærvera og søgur frá einum listafólki, sum hevur sett djúp spor í føroyskan tónleik.
Vit kunnu vænta eitt inniligt og vakurt kvøld, har røddin, sangirnir og persónligheitin hjá Anniku Hoydal sleppa at fylla rúmið.
Kom og uppliv eitt heilt serligt kvøld við einum av okkara mest serstøku listafólkum.
.jpg)

