Amnesty UNG: abort, abortrættindi og at standa í støðuni

Hvat eru abort- og reproduktiv rættindi? Hvat er ein abort? Hví taka kvinnur abort? Hvussu er tað at standa í støðuni? Hví lógaruppskot um nýggja abortlóg?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vit í Amnesty UNG fara at seta fríggjakvøldið á tiltaki um abort, abortrættindi, at standa í støðuni og lógaruppskotið um nýggja abortlóg.

Á skránni er:
- Bjarni K. Petersen, løgmálaráðharri: hví eitt lógaruppskot um nýggja abortlóg?
- Sólvør á Løgmansbø, Amnesty Ung: hvat eru abortrættindi?
- Yngva S. Lamhauge: røða
- Sofaprát, Milia Egilsnes Anda (Amnesty Ung), Diana Reynstind (lækni í kvinnusjúkum) og Bjørt Lind (sálarfrøðingur): hvat er ein abort? Hvussu er tað at standa í støðuni? Eru sálarligir avleiðingar av at taka abort og ikki at hava møguleika at taka abort?
- Prát: Hvat fer at henda nú? Hvussu kunnu vit brúkara okkara røddir og leggja trýst á?

Tiltakið verður í Perluni fríggjakvøldið 12. apríl kl. 19.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Amnesty UNG: abort, abortrættindi og at standa í støðuni

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
12
/
04
kl.
19:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Amnesty UNG: abort, abortrættindi og at standa í støðuni

Nær
Friday
12
/
04
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk