
Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur
Í 1965 varð Amnesty International Føroyar stovnað, og tað merkir, at Amnesty Føroyar í ár hevur 60 ár á baki. Tað fer felagsskapurin at hátíðarhalda við einum mannarættindafestivali í Tórsgøtu 2.-7 í oktobur.
Á skránni eru framløgur, bókaprát, sofaprát, filmssýning, verkstovur og eitt hátíðarhald. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skráin
- Hósdagin 2. oktobur, kl. 18 í Perluni, Amnesty Ung: VERKSTOVA TIL UNG: VISUELT SAMSKIFTI
Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um visuelt samskifti s.s. litir, skriftir, kompositión og um forritið Canva. Mia Smith, grafiskur sniðgevi, hevur verkstovuna. Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum - einstaklingum og limum í felagsskapum.
Send ein t-post til oline@amnesty.fo fyri at tekna teg. Les meria her: https://www.facebook.com/events/1337330491425672
- Fríggjadagin, 3. oktobur, kl. 19 í Perluni, Amnesty Føroyar og FIMFF: FILMSSÝNING: PUT YOUR SOUL ON YOUR HAND AND WALK
Í gott eitt ár hevði filmsleikstjórin Sepideh Farsi videoprát við palestinska fotojournalistin Fatmu Hassouna úr Gasa. Í røðini av erligum og persónligum samrøðum og upptøkum úr gerandislívinum í Gasa, fáa vit eitt rátt, men menniskjaligt innlit í lívið undir fólkadrápinum. Serstaki heimildarfilmurin lýsir gerandisdagin hjá Fatmu, sum er merktur av ótta, vanda og djúpari sorg – men eisini av dirvi og vón, sum, hóast alt, aldri følnar. Les meira her:Amnesty Føroyar og FIMFF skipa fyri
- Leygardagin, 4.oktobur, kl. 14 á Reinsarínum: Amnesty Føroyar: FRAMLØGA OG PRÁT: SÁMAR, MANNARÆTTINDABROT OG VEÐURLAGSRÆTTVÍSI
Aili Keskitalo er sámi úr norður Norra. Í dag starvast hon hjá Amnesty Norra sum ráðgevi innan rættindi hjá upprunafólki og innan veðurlagsrættvísi, men hevur hon eisini verið sámiskur politikari og forseti í Sámatinginum í Norra. Vit eru so heppin, at Aili kemur til Føroya at gera okkum klókari um órættin, ið sámar søguliga hava verið fyri og um tey mannarættindabrot, sámar eru fyri í dag. Fyri at skilja hesi mannarættindabrot tekur Aili okkum eisini við inn í sámiska mentan og rættindi hjá upprunafólki. Les meira her:
Kl. 16 í Perluni, Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið: VERKSTOVA: ABORTRÆTTINDI
Vit felagsskapir bjóða til verkstovu nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg verður lagt fyri tingið aftur. Vit heita á øll, sum ynskja eina dagførda abortlóg og vilja vera við í stríðnum, um at koma á verkstovuna og saman við okkum felagsskapum leggja arbeiðið fyri framman til rættis. Kanska tit áður hava hugsað, at onkur ávísur vinkul hevur manglað í arbeiðinum, tit hava møguliga eitt hugskot til eitt átak ella kanska tit bara eru til dystin fús? Les meira her:
Kl. 16 á Reinsarínum, Amnesty Føroyar og Føroyar Lesa: BÓKAPRÁT: MANNARÆTTINDI Í DREYMSÓTT OG TORAN GONGUR
Rithøvundurin, Rakel Helmsdal, setur mannarættindi á breddan í tveimum av nýggjastu útgávum sínum. Í dystopisku skaldsøguni Dreymsótt eygleiða vit eitt eftirlitssamfelag, ið er merkt av forfylging, ótta og harðskapi. Við sínum sermerktu myndum setir høvundurin fokus á flóttafólk og kríggj í barnabókini Toran gongur. Í bókini hitta vit einstaklingar, sum hvør í sínum lagi kenna seg einsamøll og fremmand, hóast tey liva undir sama taki. Hvussu kunnu vit menniskju nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit? Hetta fara Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen at umrøða. Les meira her:
kl. 18 á í Perluni, Reyði Krossur: ON THE MOVE: STORIES OF DISPLACEMENT
This interactive session examines the complex realities of forced migration. It highlights the human rights at stake and the resilience of those who are displaced, while creating space for dialogue, empathy, and reflection on displacement as both a global challenge and a local experience.
Kl. 19 á Reinsarínum, Amnesty Føroyar & LGBT+ Føroyar: SOFAPRÁT: LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI
Í flestu londum fáa vit borgarar føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir okkara kyn. Ásetta kynið fylgir okkum alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu vit verða flokkaði, og hvussu umheimurin møtir okkum. Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í ásetta kyninum. Í samstarvi við LGBT+ Føroyar fara vit at varpa ljós á júst hesi viðurskifti, og fara m.a. at hoyra frá tvørkyndum persóni og sálarfrøðingi um, tá ið kynssamleikin og ásetta kynið ikki samsvara, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava við sær. Les meira her:
Kl. 20 í Perluni, Amnesty Føroyar: HÁTÍÐARHALD
Vit enda mannarættindafestivalin við einum føðingardagshaldi og fagnað okkara limum og at felagsskapurin hevur veirð virkin í Føroyum í 60 ár. Á skránni er:- tónleikur: Kári Sverrisson og Jazzy Gold- røður: Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International- Vavað framførur røðuna "Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger- sofaprát, Sigri Gaini og Jasmin Mote: haturstala, niðrandi tala og samfelagsligar og persónligar avleiðingar
- Týsdagin, 7. oktobur, kl. 18 í Perluni, Amnesty Ung: VERKSTOVA: ARGUMENTATION
Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um argumentatión, hvussu tú kanst fáa tín boðskap greitt fram, hvussu tú kanst fanga áhoyran við retoriskum snildum, og styrkja tíni evni at kjakast virðilga - eisini við tey, tú ert ósamd/ur við.
Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum - bæði einstaklingum og limum í felagsskapum. Send ein t-post til oline@amnesty.fo fyri at tekna teg. Les meria her: https://www.facebook.com/events/837693808595155/


.png)