.jpg)
Amnesty Føroyar
Týskvøldið 29. apríl kl. 19 skipar Amnesty Føroyar fyri tiltaki í Perluni. Á skránni eru hesi innsløgini:
Kl. 19: hvussu gongur við mannarættindunum?
29. Apríl gevur Amnesty International árligu frággreiðingina um mannarættindastøðuna í heiminum út. Umboð frá Amnesty Føroyum sigur frá nøkrum av niðurstøðunum í frágreiðingini. Síðani hava vit boðið Regini Berg (stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur í Amnesty Føroyum), Sigri M. Gaini (PhD í politiskari heimspeki) og Jóannes Ejdesgaard (formaður í Reyða Krossi og politiskur viðmerkjari) at viðgera mannarættindastøðuna í 2025 og nøkur av teimum rákum, vit síggja.
kl. 20: eitt føroyskt mannarættindaráð?
Í 2016 lat táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, eitt tilmæli um eitt føroyskt mannarættindaráð gera. Síðani hava vit ikki hoyrt nógv um hetta tilmælið ella sæð nakað til eitt frøoyskt mannarættindaráð. Í Amnesty halda vit, at tað er upp á tíðina, at vit taka tilmælið framaftur og fáa mannarættindaráðið aftur á dagsskrá.
Margretha Nónklett, sum var forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi tilmælið, greiðir frá, hvat endamálið við einum mannarættindaráði er, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjir møguleikar arbeiðsbólkurin metti vóru fyri einum føroyskum mannarættindaráði. Eftir framløguna verður politiskt orðaskifti avleiðingarnar av, at vit ikki hava eitt slíkt ráð í Føroyum og hvørt vit eiga at arbeiða fyri at fáa eitt. Bjarni K. Petersensen (landsstýrismaður í lógarmálum), Hervør Pálsdóttir (forkvinna í Rættarnevndini) og Helgi Abrahamsen (næstformaður í Rættarnevndini) luttaka.
kl. 21: fagnaður og eitt happening
Í ár hevur Amnesty Føroyar 60 ár á baki. Stóra hátíðarhaldið goyma vit til í heyst, men vit fara at tjóvstarta við einum lítlum fagnaði, eini skál fyri frælsinum og við einum happening.