.jpg)
Altjóða sálarheilsudagur 2026: Hvussu lofta vit?
10. oktobur er altjóða sálarheilsudagur. Í ár varpar Sinnisbati ljós á sálarheilsu hjá ungum, og hvussu vit í felag kunnu skapa betri karmar fyri góðari sálarheilsu og trivnaði.
Hvat siga tey ungu sjálvi um sálarheilsu, og hvussu vit sum samfelag kunnu lofta? Tað fer Monika Hjelm Joensen, ungdómsumboð, at halda røðu um.
Vit fáa vitjan úr Íslandi. Eva Rós Ólafsdóttir, stjóri í Berginum í Íslandi, fer at greiða frá arbeiðinum hjá Berginum, og hvussu Bergið er við til at loysa avbjóðingar við mistrivnaði millum ung.
Umframt hetta, verður tónleikur við Annu Lovisu Mýri, ársins sálarheilsuvirðisløn verður handað og møguleiki at síggja nýggju hølini hjá komandi føroysku ungdómsráðgevingini.
Skrá:
kl. 15.00: Anna Lovisa Mýri spælir nøkur løg
kl. 15.15: Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin
kl. 15.25: Monika Hjelm Joensen, ungdómsumboð, heldur røðu
kl. 15.35: framløga við Evu Rós Ólafsdóttir, stjóra í Bergið-Headspace í Íslandi
kl. 16.10: Margit Stórá, landsstýriskvinna, handar ársins sálarheilsuvirðisløn
Opið hús
Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum, har Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata fer at halda til. Møguleiki verður at síggja nýggju hølini, hitta leiðaran og fáa innlit í komandi tilboðið.
Nýtt navn, samleiki og heimasíða verður avdúkað.
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Ársins sálarheilsuvirðisløn 2026
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.
Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.


