
Altjóða kvinnudagur 2025
Aftur í ár hátíðarhalda vit kvinnustríðsdagin 8. mars í Perluni við stórari og fjølbroyttari skrá, ið fevnir um tónleik, upplestur, fyrilestrar, røður og áhugaverdar hugleiðingar.
Tónleikur við Tóru Bærentsen og Ingun Simonsen.Upplestur við Nansý Sunadóttir.Framløgur vera frá Kyn, Frítt Val og LGBT+, umframt ymisk innsløg um kvinnuheilsu, og Elsa Berg, borgarstjóri, heldur røðu.
UM FEMIFAGNAÐIN
Femifagnaður er hátíðarhald og markering av kvinnudegnum í vikuni upp undir og á sjálvum degnum 8. mars.
Kvinnudagurin er fagnaðar- og stríðsdagur, og tað eyðkennir eisini tiltøkini í Femifagnaðinum - her eru tiltøk, sum fagna, og tiltøk, sum finnast at.
Ymiskir stovnar og felagsskapir luttaka á Femifagnaðinum, og skráin er tí eisini fjølbroytt og áhugaverd: upplestrar, framløgur, filmssýning, kjak, konsertir, brævaskriving og samrøður eru millum tiltøkini á ársins Femifagnaði.
Kvinnustríð eru ymisk, og hetta sæst eisini aftur í ymisku tiltøkunum og ymisku endamálunum hjá luttakandi pørtum.
Vit stremba eftir at hava eina skrá, sum vendir sær til ymiskar aldurs- og samfelagsbólkar.