ALTJÓÐA KVINNUDAGUR

Við tónleiki, upplestri, røðum, framløgum og samrøðum verðuraltjóða kvinnustríðsdagurin fagnaður í Perluni fríggjakvøldið 8. mars kl.21.00. Tiltakið er ókeypis.

Á skránni er: 

- FRAMFØRSLA OG SAMRØÐA VIÐ EIVØR PÁLSDÓTTIR

Kom afturum tónleikin hjá Eivør! Hoyr Eivør greiða frá sínumdrúgvu royndum og hendingaríka lívi á pallinum og í gerandisdegnum.

Eivør fer eisini at spæla nøkur løg fyri okkum.

 

- SEKSUALUNDIRVÍSING FYRI VAKSIN

Kyn fer at hava seksualundirvísing til vaksin, har tey m.a. faraat snakka um mýtur og manglandi javnstøðu innan seksualitet og kynslív.

Fyriskipari: Kyn

 

- VIT HAVA TIKIÐ ABORT

Vit viðgera, hvussu abortmálið verður lýst í føroyskum miðlum ogí almenna kjakinum. Hvat fyri vinklar og søgur ganga aftur? Og hvørji nýggj rákeru at hóma?

Fyriskiparar: Amnesty International, Føroyar Frítt Val ogKvinnufelagið

 

- QUEERFEMINISTISKAR HUGLEIÐINGAR

Vit hugleiða um, hvussu vit kunnu gerast betri at tryggja, atallir kynssamleikar verða viðurkendir og inkluderaðir í stríðnum fyrikropsligan sjálvsavgerðarrætt og javnrættindum millum kynini.

Fyriskipari: LGBT+ Føroyar

 

- UPPLESTUR 

Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya

 

- RØÐUR

Ivonna A. S. Johansen: gentulív - kvinnulív

Fleiri røðarar verða kunngjørdir seinni.

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
08
/
03
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR

Nær
Friday
08
/
03
-
2024
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk