Åland, sum tað er

Kom við á eina forvitnisliga ferð inn í álendska samfelagið og fólkasálina.

Á tiltakinum “Åland, sum tað er” fáa vit vitjan av tveimum royndum samfelagskennarum úr Álandi, sum fara at geva okkum eina livandi og erliga mynd av, hvussu lívið er í Álandi í dag, og hvønn veg samfelagið er á veg.

Hvat hugsar álendingurin um nútíðina og framtíðina? Hvussu hava tey ungu tað? Tey vaksnu? Og tey eldru? Hvussu broytist fólkatalið, og hvørjar avbjóðingar og møguleikar síggja tey í samfelagnum? Vit nema eisini við evni sum kriminalitet, trivnað og tær størri broytingarnar, sum merkjast í Álandi.

Røðarar eru Bjarne Lindström, fyrrverandi stjóri á hagstovuni ÅSUB, og Jan-Erik Berglund, journalistur og sjónleikari.

Maiken Poulsen Englund, forkvinna í Foreningen Norden í Álandi, verður orðstýrari.

Eitt kvøld fyri øll, sum eru forvitin eftir at koma eitt sindur nærri okkara álendsku grannum, og hoyra um Áland, sum tað veruliga er.

‍

Åland, sum tað er

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
09
/
10
kl.
19:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Åland, sum tað er

Nær
Friday
09
/
10
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk