Akvariumframsýningin er aftur!

Eftir ein fimm ára langan steðg ger vælumtókta akvariumframsýningin hjá Føroya Akvariumfelag endiliga comeback! Hetta er eitt tiltak, sum nógv hava saknað, og nú hevur tú møguleikan at uppliva litríka, friðarliga og forvitnisliga heimin hjá alskyns fiskum. Og eftir ætlan verða eisini føroyskir fiskar bæði í salt- og feskvatni.

Framsýningin verður hildin í Perluni á ólavsøkuni og er opin frá 27. til 30. juli.

Á skránni er eisini val av ársins akvarium. Fólk gera nógv burturúr, og tað er altíð spennandi at vita, hvør fær heiðurin í ár. Og um tú hugsar um at byrja við akvarium heima, eru vit til reiðar at svara spurningum og geva tær góð ráð og vegleiðing.Tað er bara at spyrja.

Til børnini verður ein spennandi fiskibrunnur, sum altíð er eitt hitt. Og afturvið framsýningini kanst tú keypa kaffi, te, kakur og nýbakaðar vafflur.  

Atgongumerki við dyrnar kostar 30 kr fyri vaksin, 20 kr fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár, og børn 0 til 6 ár sleppa inn ókeypis. Og tað besta? Atgongumerkið er eisini ein lutaseðil, har tú kann vinna spennandi vinningar!

Framsýningin er opin:

27. juli kl.14–18
28. og 29. juli kl. 14–20
30. juli kl. 14–18

Hetta er ikki bara ein framsýning. Hetta er ein sansalig uppliving, sum fangar bæði børn og vaksin. Tað er nostalgi fyri summi og nýggjur íblástur fyri onnur. Kom framvið og tak endiliga vinir og familju við tær.

Vit gleða okkum at síggja teg í Perluni!

Akvariumframsýningin er aftur!

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
27
/
07
kl.
14:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Akvariumframsýningin er aftur!

Nær
Sunday
27
/
07
-
2025
kl.
14:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk