
ADHDvitan: ADHD og matur
Ókeypis tiltak leygardagin 23. august kl. 15:00–17:30 í Auluni í Finsen.
Hvussu ávirkar matur okkara evnir at hugsavna okkum, finna ró og stýra kenslum? Og hvat hevur hetta við ADHD at gera?
Kom og lurta, tá Poula Patursson, kliniskur dietistur, fer at halda ein spennandi fyrilestur um sambandið millum ADHD og matin, vit eta.
ADHDvitan er ein røð av evnisdøgum, har vit geva rúm fyri dýpd, fakligari vitan og nýggjari gransking – alt á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Tiltøkini eru opin fyri øllum, sum hava áhuga í ADHD – foreldrum, fakfólki, lærarum, hjálparfólki og øðrum, sum vilja vita meira og gera mun.
Tiltakið verður eisini stroymt og goymt á adhd.fo, har tú altíð kanst finna okkara vitanarsavn.