Marjun Wolles & ASA

Marjun Wolles, sum er kend fyri jólasangirnar, “Hátt undir himmalsins stjørnum”, “Djúpt í mínum minni”, “kvirra um fjøll og fløtur” og fløguna Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei, kemur at framføra ein bunti av sangum, sum hon sjálv hevur skrivað.

Sangirnir eru djúpt merktir av lívinum hjá Marjuni, og íblásturin kemur bæði frá bæði jazz og gospel. Tekstirnir bera boð um ferðalagið í hennara lívi og fortelja eina søgu um tað, hon hevur upplivað.

Hesi sangir taka okkum við á eina rørandi ferð, sum speglar bæði kærleika, sorg og gleði. Marjun Wolles er útlærd musikklærari frá Listaháskóla Íslands. Bjartur Leo Niclasson hevur spælt guitar síðani hann var smádrongur og er ein av landsins bestu guitarspælarum.

Vit kenna Ásu Helenu Brynjarsdóttir aftur frá 2024 Sement kappingini. Har tryggjaði hon sær triðja plássið og eitt pláss á viðurkenda SPOT festivalinum í Aarhus, Danmark.

Kensluborðin, innilig, húðarleys og botn erlig. Hetta eru orðini sum best lýsa føroysk-íslendsku Ásu Helenu Brynjarsdóttir. Við sínum intimu tekstum og sveimandi vokali, tekur hon teg við inn í sín hugaheim.

Stuðlað tiltakinum hevur Økistónar

Marjun Wolles & ASA

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
29
/
03
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Marjun Wolles & ASA

Nær
Saturday
29
/
03
-
2025
kl.
21:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk