48 tímar Filmskapping

Klippfisk og Barnafilmfestivalurin 2025 skipa fyri filmskapping 13.-15. januar. Filmskappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 6-19 ár.

Mánadagin 13. januar kl. 12.00 verður evnið fyri kappingina kunngjørt í Perluni. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað í Klippfisk, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000!

Longd á filmi: í mesta lagi 7 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur nidanfyri. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tekna teg her: http://www.klippfisk.fo/

Tilmeldingarfreist: sunnukvøldið 12. januar kl. 20.00

48 tímar Filmskapping

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
12
/
01
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

48 tímar Filmskapping

Nær
Sunday
12
/
01
-
2025
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk