
Beinir tríggjar konsertir á Reinsarínum!
Beinir tríggjar konsertir á Reinsarínum!
6., 7., og 8. novembur kanst tú uppliva Beinir á Reinsarínum. Áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina inniliga og persónliga konsert við bæði eldri og nýggjum tónleiki hjá Beinir.
Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.
Komandi mánaðirnar fer Beinir at geva nýggjan tónleik út - bæði einsamallur og við føroyska bólkinum Tøgn, sum hann er partur av.
Tøgn hevur júst vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri fyrsta staklagið "Kamarið”.
Heildarútgávan hjá Beinir “Greener”, sum kom út í 2024 fekk eisini sera góða móttøku. Heitislagið "Greener" og "Call Me a Dreamer" vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og í fjør fekk Beinir tvær FMA-virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina.
Eisini hevur Beinir framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.
Ogna tær eitt atgongumerki til eina av konsertunum á Torsgota.fo


