Sement er ein tónleikakapping. Allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini.
Freistin at tekna seg til Sement 2025 er 24. mars kl. 12.
Innleiðandi umførini verða 12., 19. og finalan 26. apríl.
Treytir
Kappingin er ætlað føroyskum tónleikarum og bólkum. Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru hesar:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum
- Hvør framførsla er á 15 minuttir
- Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður
- Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum
- Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki