Reglugerð

Reglugerð fyri Reinsaríið, Perluna og Auluna í Finsen

Yvirskipað
S 1. Reinsaríð, Perlan og Aulan í Finsen eru mentanarhølir, sum Tórshavnar kommuna eigur og rekur.
Stk. 2. Hølini hoyra undir felagsheitið Tórsgøta, og virka sum karmur um mentanartiltøk í býnum.

Endamál
§ 2. Reinsaríið, Perlan og Aulan í Finsen eru í fyrsta lagi ætlaði til tónleikatiltøk, men kunnu eisini nýtast til onnur mentanartiltøk. Tó hoyra framsýningar innan myndlist heima í Smiðjuni í Lítluvík, sum er ætlað til myndlist burturav. Hølini verða ikki brúkt til brúdleyp, veitslur, føðingardagar, fundarvirksemið ella konfirmatiónir.
Stk. 2. Perlutorgið er ætlað sum økið, ið samvirkar við onnur tiltøk á Reinsarínum og/ella í Perluni.
Stk. 3. Hølini kunnu eisini nýtast til almenn tiltøk sum t.d. fyrilestrar, listarligar verkstovur, framløgur o.a., sum deildir og stovnar hjá kommununi skipa fyri ella hava ein týðandi leiklut í.
Stk. 4. Onnur kunnu eisini fáa innivist, um talan ikki er um kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.

Tiltøk við vinnuligum áhugamálum
§ 3. Tiltøk við vinnuligum áhugamálum kunnu fáa innivist, tá tiltøkini hava týdning fyri vinnulívið í kommununi t.d. ferða- og mentanarvinnuna. Havast skal í huga møgulig kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi og kommunufulltrúina.

Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum
§ 4. Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum kunnu fáa innivist, um tiltøkini ikki hava vinnuligt endamál.

Tiltøk hjá skúlum og dagstovnum
§ 5. Skúlar, dagstovnar v.m. í kommununi kunnu fáa innivist í Reinsarínum, Perluni og Auluni í Finsen, tá talan er um framførslur og framsýningar.

Samskipan og tilvísing
§ 6. Kommunan setir leiðara at umsita Reinsaríið, Perluna og Auluna í Finsen. Leiðarin umsitur eisini virksemið í hølunum. Leiðarin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran.
Stk. 2. Leiðarin ger uppskot til fíggjarætlan. Leiðarin ger verksemisætlan og –skrá at leggja fram regluliga fyri mentamáladeildina. Leiðarin ger ársfrágreiðing, ið verður løgd fram fyri mentamáladeildina til umrøðu.
Stk. 3. Mentamáladeildin hevur vegna mentamálanevndina yvirskipaðu ábyrgdina av Reinsarínum, Perluni og Auluni í Finsen, og virkseminum á staðnum.

Innihald, tiltøk, avtalur v.m.
§ 7. Virksemið í Reinsarínum, Perluni og Auluni í Finsen skal vera fjølbroytt og mennandi fyri mentanarumhvørvið, brúkarar og býin. Leiðarin stendur fyri almennu kunningini um tiltøkini.
Stk. 2. Leiðarin hevur heimild til at skipa fyri tiltøkum innan fyri játtanina. Eisini í samstarv við aðrar partar. Inntøkurnar fara til rakstur av Tórsgøtu.
Stk. 3. Mentamálanevndin ásetur meginreglur um gjald fyri hølisleigu v.m..

Barr
§ 8. Barrin er opin í samband við tiltøk. Barrin verður útleigað, og leiguinntøkurnar fara til rakstur av Tórsgøtu. Barrin verður boðin út fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Stk. 2. Leiðarin samskiftir og samstarvar við loyvishavara og starvsfólk hjá viðkomandi.

Avmarkað borðreiðing
§ 9. Tað er einans avmarkað borðreiðing í samband við tiltøk í Reinsarínum, Perluni og Auluni.

Heilsuframi
§ 10. Virksemi skal taka støði í tilráðingum frá heilsumynduleikum um heilsuframa m.a. viðv.
a) At verja brúkarar móti hoyriskaða í samband við tiltøk, har ljóðið er hart frá.
b) Rúsdrekka, har stuðlað verður undir skynsama nýtslu og fyribyrging av mismýtslu.
Stk. 2. Skeinking eigur at steðga stutt eftir, at tiltøk eru liðug.
Stk. 3. Avmarkað ókeypis skeinking er einans loyvd í samband við móttøkur

Gildiskoma
§ 11. Reglugerðin kemur í gildi, tá mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana. Samstundis fer reglugerðin um Perluna, samtykt 26. Novembur 2014 úr gildi.

Reglugerðin varð samtykt á fundi í mentamálanevndini x oktobur 2016.

Meginreglur fyri hølisleigu v.m. – Reinsaríið, Perlan og Aulan í Finsen
Tiltøk verða bólkaði í fýra ymiskar bólkar. Leiðarin kann gera frávik í samráð við mentamálaleiðaran. Eru ivamál, tekur mentamálaleiðarin støðu. Í týðandi ivamálum verður málið lagt fyri mentamálanevndina.

Bólkur 1. Tiltøk sum deila inntøkurnar 80/20 av seldum atgongumerkjum. Eftir at MVG er tikið av seldum atgongumerkjum, fáa listafólk fáa 80% og Tórsgøta 20% av inntøkunum. Tórsgøta rindar fyri ljóðfólk, almenna kunning, starvsfólk og reingerð.

Bólkur 2. Tiltøk, har fyriskiparin leigar høli og fær møguligar inntøkur. Leigugjald fyri Reinsaríið er 4.000, Perlan 3.000 og Aulan í Finsen 3.000 krónur. Leigari rindar eisini fyri ljóðfólk, meðan Tórsgøta rindar fyri almenna kunning, starvsfólk og reingerð.

Bólkur 3. Tiltøk hjá sjálvbodnum felagskapum, har atgongumerki ikki verður kravt. Fyriskipari rindar fyri ljóðfólk og 500 krónur í leigu. Tórsgøta rindar fyri starvsfólk, almennari kunning og reingerð.

Bólkur 4. Tiltøk, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri, rindar kommunan fyri ljóðfólk og 1.000 krónur í leigu.

Reglugerð fyri Smiðjuna í Lítluvík

  1. Smiðjan í Lítluvík er ætlað framsýningum av myndlist. Talan er um einstaklingasýningar ella smærri felagsframsýningar. Mentamálanevndin kann í serligum førum geva loyvi til aðra nýtslu av bygninginum.
  2. Avtala um framsýning verður gjørd við Mentanarhølir í miðbýnum á www.torsgota.fo. Snarskivan útflýggjar lykil til hølið. Lykil skal latast snarskivini beint eftir, at framsýningin er liðug.
  3. Listafólk leiga seg inn frá mikudegi til týskvøld. Listafólk avheinta lykil mikudag og gera klárt til framsýningina fyrrapartin hósdag. Týskvøldið verður brúkt til at rigga av. Mikudag verða hølini vaskað og gjørd klár til framsýningina. Vasking er uppgáva hjá Mentanarhølum í miðbýnum.
  4. Ábyrgdarpersónur hevur skyldu til at fara væl við hølinum. Og tað er ein treyt, at hølið er frágingið eins og tá komið var.
  5. Tað er ikki loyvt at negla seymir í veggir ella listar. Mentanarhølir í miðbýnum hevur útgerð á staðnum til endamálið.
  6. Tað er bannað at seta prísir, tøl og onnur frámerki (klistrimerkir) á veggirnir. Øll tílík frámerki skulu festast á listaverkið.
  7. Kostnaðurin fyri eina søluframsýning er 2.500 krónur.
  8. Kostnaðurin fyri framsýning -sum ikki er søluframsýning - er 1.000 krónur.

Reglugerðin er galdandi frá 1. juni 2021

Reglugerð fyri Listahøllina

Yvirskipað
§ 1. Listahøllin er partur av Tórsgøtu.
Stk. 2. Leiðarin í Tórsgøtu umsitur og samskipar Listahøllina í samráð við mentamáladeildina.

Endamál
§ 2. Endamálið við Listahøllini er at veita høli til yrkislistafólk, listalesandi og spírar, ið hava tørv á bási í styttri ella longri tíðarskeið. Endamálið við básunum er at menna og skapa list.
Stk. 2. Endamálið er somuleiðis at menna listaumhvørvið í kommununi.​
Stk. 3. Hølini kunnu eisini eftir umstøðunum og avgerð hjá leiðaranum nýtast til serstakt skúla- og ungdómsvirksemi innan list í kommununi.

Hølini
§ 3. Hølini fevna um fleiri básar, sum útleigast til yrkislistafólk, listalesandi og spírar innan list, tó so at yrkislistafólk hava framíhjárætt til meirilutan av básunum. Yrkislistafólk er at meta sum ein, ið er limur í felagi fyri yrkislistafólk ella hevur tilsvarandi royndir, ið samsvara við krøvini fyri limir í slíkum felagi.
Stk. 2. Tórsgøta bjóðar básar út, so hvørt teir eru tøkir. Í umsóknini skal verða greitt frá, hvørjar ætlanir eru, tíðarskeið o.a.. Tórsgøta metir um innkomnar umsóknir saman við listakønum. Tøka plássið verður latið tí listafólkinum, sum í umsóknini best kann vísa á, hvussu virkin hann/hon er og ætlar at vera, tá talan er um menning og skapan av list.

Stk. 3. Leigumálini eru úr tveimum mánaðum upp í trý ár. Leigari rindar 1.500 kr. Um mánaðin. Leigan fevnir um bás, el, hita og ávísa reingerð, umframt atgongd til felagshølir. Tað verða gjørdar skrivligar leiguavtalur.
Stk. 4. Leigarar hava sínámillum ábyrgd av at fara væl um og virka fyri, at øll í Listahøllini kunnu menna og skapa list og vísa virðing fyri hvørjum øðrum.

Innihald, avtalur v.m.
§ 4. Virksemið í Listahøllini skal vera fjølbroytt og mennandi fyri listaumhvørvið í kommununi.
Stk. 2. Leiðarin stendur fyri almennu kunningini um Listahøllina.
Stk. 3. Leiðarin samskiftir við tey, sum ynskja at leiga básar, og ger leiguavtalur við tey, herundir kann leiðarin gera skilhaldsreglur fyri Listahøllina.
Stk. 4. Inntøkurnar fara til rakstur av Tórsgøtu.

Gildiskoma
§ 5. Reglugerðin kemur í gildi, tá ið mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana.
Reglugerðin varð samtykt av mentamálanevndini 15. apríl 2020 og fíggjarnevndini 22. apríl 2020.​