Joe and the Shitboys í TUTL
Joe and the Shitboys spældi eina konsert fyri okkum í mars í 2023. Ein konsert, sum øll skulu sleppa at uppliva. Tórsgøta fyriskipaði framførsluna sum ein part av spæl føroyskt vikuni. Vit høvdu eitt brennandi ynski um at dokumentera allar konsertirnar, sum stóðu fyri hesa vikuna. Og tað eydnaðist í samstarvi við eldsálirnar Ragnar og Kevin frá Recording Europe, sum bæði filmaði, klipti, tók ljóðið upp og ljóðblandaði.