Jákup Torgarð í Hátún
Jákup Torgarð spældi nøkur løg fyri okkum í mars í 2023. Løg, sum øll skulu sleppa at uppliva. Tórsgøta fyriskipaði framførsluna sum ein part av spæl føroyskt vikuni. Vit høvdu eitt brennandi ynski um at dokumentera allar konsertirnar, sum stóðu fyri hesa vikuna. Og tað eydnaðist í samstarvi við eldsálirnar Ragnar og Kevin frá Recording Europe, sum bæði filmaði, klipti, tók ljóðið upp og ljóðblandaði.