Reinsaríið

Reinsaríið er heimavøllurin hjá tónleikinum

Reinsaríið liggur mitt í hjartanum í Havn. Hugnaliga hølið er ótruliga væl egnað til konsertir av øllum slag. Stemningurin á Reinsarínum er deiliga avslappaður og heimligur.

Hølið er super hugnaligt og fult av sál.  Akkurát sum tað skal vera. Og tað ger tað ikki verri, at aukustikkurin og ljóðannleggið er í einum klassa fyri seg. Við øðrum orðum, so er Reinsaríið skræddaraseymað til tónleik líka frá plektara til hátalara.

Um hølini

Hvar er
Reinsaríið
?

Reinsaríið liggur á Tórsgøtu 3.

Tekur tú býarbussin, so tekur tað ein minutt at ganga frá Steinatúni til Reinsaríið.

Parkeringspláss eru á Skálatrøð, og tað tekur tveir minuttir at ganga frá Skálatrøð til Reinsaríið.

Hentleikar og útgerð

Tal av gestum: 150

  • Vesi
  • Tráðleyst internet
  • Videokanón
  • Barr


Útgerð

  • Trummusett - Yamaha
  • Klaver - Yamaha
  • Nord Stage 3
  • Guitarforsterkarar:
    - Fender Super Sonic 22
    - Fender Hot Rod Deluxe
  • Bassforsterkari - Ampeg
  • Mikrofonir:
    - 5 x Shure SM58
    - 4 x Shure SM57
    - 1 x Shure Beta 52A
    - 2 x Sennheiser E 935
    - 2 x Sennheiser E 906
    - 2 x Sennheiser E 614
    - 5 x Sennheiser E 904
    - 1 x Sennheiser E 902
    - 2 x AKG 451
    - 4 x Headset
  • DI Boksir
    - 7 x BSS Audio
    - 1 x SC 8404
  • Miksipultur - Yamaha CL3
    - Dante multitracking
Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?
Nær lata dyrnar upp?