Útgávutiltak: Leyp nú, Eva!

Mikukvøldið 8. mai kl.19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við bókini “Leyp nú, Eva!”, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað. Bókin er sjálvstøðugt framhald av Hugo-bókunum. Ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi.

Helena Lamhauge Mortensen fer at práta við Rakel um bókina, og vit hoyra frá tveimum lesarum, sum elska Hugo-bøkurnar og hava glett seg til hesa bókina. Ein tónleikaframførsla er eisini á skránni. Bókin verður til sølu fyri serprís og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.

 

Tiltakið er alment og ókeypis!

 

Um bókina:

Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur?

Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?

Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp.

Málbólkurin er børn 10-12 ár.

Útgávutiltak: Leyp nú, Eva!

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
08
/
05
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Útgávutiltak: Leyp nú, Eva!

Nær
Wednesday
08
/
05
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk