Sement er ein tónleikakapping. Allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini.
Freistin at tekna seg til Sement 2026 er 1. septembur kl. 12.00
Innleiðandi umførini verða 3., 10., 17. og finalan 24. oktober.
Treytir fyri luttøku
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.